Undirhald og mál

Japan og Senegal deildu stigini í undirhaldandi dysti

Japan og Senegal deildu stigini í einum undirhaldandi dysti í dag. Úrslitið bleiv 2-2, eftir at Senegal var á odda tvær ferðir.

 

Senegal kom á odda longu aftaná 11 minuttir, tá Sadio Mané stóð á rætta stað – tí málverjin hjá Japan boksaði bóltin beint í beinini á Liverpool spælaranum – og so í mál.

 

Japan svaraði aftur fyri hálvleik, tá Takashi Inui smekkaði bóltin í málið. Í seinna hálvleiki var Japan leikliga omaná og legði trýst á Senegal, sum hevði torført við at koma úr verjustøðu. Men tjúgu minuttir fyri tíð kom Senegal úr trýstinum, og bara tveir minuttir eftir at teir fingu takið á dystinum aftur, skoraði Senegal. Hesa ferð var tað Moussa Wague setti fótin á eitt flatt innlegg.

 

Aftur megnaði Japan at svara aftur. Hesa ferð bleiv bólturin leysur í brotsteiginum, eftir at málverjin ikki fekk boksað bóltin vekk. Eftir innlegg endaði bólturin hjá innskifta Keisuke Honda, sum skoraði seinasta málið í dystinum.

 

Úrslitið merkir, at liðini hava hvør síni fýra stig, meðan Kolumbia og Pólland, sum einki stig hava, spæla í kvøld. 

 

Japan – Senegal 2-2 (1-1)

0-1 Sadio Mané, 11

1-1 Takashi Inui, 34

1-2 Moussa Wague, 71

2-2 Keisuke Honda, 78