Umframt væl umtóktu undirhaldararnar Angela og Hannibal verður luttøka frá ymiskum fólkum í heilsuverkinum, sum t.d. ráðgevar frá astma- og allergibólkinum á Apotekinum og fysioterapeutum í heilsuverkinum. Eisini verða tvær sjúkrasystrar, ein til vaksin og ein til børn.