Leygardagin 20. og sunnudagin 21. desembur verður undirhald fyri børn á Gallarí Jinx
Klokkan 17 leygardagin fer gandakallurin, Anton Framtonn, at undirhalda, og sunnudagin klokkan 17.00 fer Angela at siga søgur.
Børnini fáa grønakaku frá Frants og svali frá P/f Poul Michelsen.
Kostnaðurin fyri hvørt barnið er 30,00 krónur.
Tá Florentze læt upp Gallarí Jinx ætlaði hon, at kaffistovan skuldi verða meiri enn ein inntøkukelda.
Tí gjørdi hon av, at ein partur av arbeiðnum á kafffistovuni skuldi verða vælgerandi.
Byrjað var við, at fyri hvønn seldan kopp av kaffi, fer ein króna til bussin til tey á Eirargarði 16A.
Krónuinnsavningin byrjaði fyrst í novembur, og ætlanin er, at gerast skal upp við ársenda, hvussu nógv er innkomið.
- Eydnast tiltakið væl, er einki til hindurs fyri, at innsavningin kann halda fram til einaferð í vár, sigur Florentze á Skipagøtu.
Viðskiftafólkini hjá Gallarí Jinx mekrja einki til innsavningina, tí hon er innroknað í vanliga prísin fyri ein kopp av kaffi.