Ætlanin var, at flogsýningin í polska býnum Radom skuldi vara alt vikuskiftið, men tað endaði longu leygardagin, tá tvey av flogførunum stoyttu saman í luftini.
- Teir báðir flogskipararnir doyðu beinenvegin, segði talsmaðurin hjá pólska flogvápninum.
Nógv fólk vóru komin at hyggja at teimum djørvu flogskiparunum, og sambært tíðindastovunum var tað eitt undir, at eingin áskoðari fekk skaða, tá petti av teimum báðum flogførunum duttu niður.










