Undirhúsið í Vági flutt í heilum líki

Undirhúsið í Vági stóð í vegin fyri nýggja frystihúsinum

Í Vági hevur sonevnda Undirhúsið í fleiri ár staðið niðri á bryggjuni. Tá farið varð undir at byggja stóra nýggja frystihúsið á bryggjuni, varð somuleiðis farið undir at stoypa nýggja grund omanfyri bryggjuøkið til Undirhúsið at standa á. Hurðarnar á nýggja frystihúsinum venda nevniliga út ímóti Undirhúsinum, so tað kom at standa sum ein forðan.

Mikukvøldið tók kranabilur so og flutti Undirhúsið í heilum líki niðan á nýggju grundina, har tað nú stendur. Teir eldru, ið hittast í Undirhúsinum, sleppa nú undan tungu brekkuni við bryggjuna.

Undirhúsið í Vági var upprunaliga nýtt til bensinsølu, men fyri eini 8-10 árum síðani varð tað flutt á bryggjuna og gjørt til hús, har eldru menninir í Vági kundu hittast. Nú er tað so aftur flutt og stendur nú omanfyri bryggjuna, har útsýnið oman yvir bryggjuøkið er gott.