Undirhúsið skal flytast

Tað er komið í vegin fyri framburðinum

Undirhúsið í Vági skal nú flytast. Tilhaldsstaðið hjá teimum eldru vágbingunum hevur staðið niðri á keiini, men har er tað nú komið í vegin fyri framburðinum.

Undirhúsið stendur beint fyri innkoyringina í nýggju frystigoymsluni, sum verður bygt niðri á keiini. Tí er neyðugt at flyta Undirhúsið - og tað má gerast skjótt, tí eftir ætlan skal frystihúsið takast í nýtslu í november.

Pensjonistarnir hava onki ímóti at undirhúsið verður flutt, bara Býráðið setir tað uppaftur. Mikukvøldið samtykti Vágs Býráð at flyta undirhúsið niðan á stykkið beint uttanfyri minnisvarðan á Fløtuni Fríðu. Har skal býráðið stoypa nýggja grund at seta húsið á og hampað stykkið.