Næmingar á Tekniska skúla í Havn seta í dag nýggja hurð upp á Undirhúsinum í Vágsbotni Gamla hurðin á Undirhúsinum í Havn var kavrotin og trongdi til at verða skift út.
Undirhúsið sjálvt eigur ongan pening, men eitt ljóst høvd fekk hugskotið at biðja Tekniska skúla í Havn um hjálp.
Tað var leyst og liðugt, og Sigmund Sørensen, lærari á skúlanum gjørdi eina snøgga hurð úr mahogni og somuleiðis karmin til hurðina. Fyritøkur hava stuðlað, og tað, sum vantaði í, rindaði býráðið.
Tá ið skúladagurin í dag byrjaði, vóru nakrir næmingar sendir heim í Vágsbotn at seta hurðina upp, og teir so gjørdu.