Undirgrundaravtalan

Í sjónvarpssendingini í gjárkvøldið hugleiddi Pauli Ellefsen um góðar og ringar yvirtøkur.

Sum altíð partvís við at sláa alt upp í glens.

Sum varastjóri í Realkreditstovninum fái eg ikki gjørt politiskar viðmerkingar til tað hann segði um dagføringina har - sum ikki beinleiðis er ein yvirtøka tí økið frammanundan er føroyskt.

Grannskoðari stovnsins átti heldur ikki at skemta við hesum á so ógreiðan hátt, tí viðskiftafólk okkara kundu kanska komið í tankar um revisiónina av Føroya Banka og sett spurnartekin við, um eisini Realurin skal grannskoðast umaftur.

Men tað mest áhugaverda var ásannanin av at yvirtøkan av »Ráevnum í undirgrundini« - var ein góð yvirtøka.

Er tað lagnunnar speisemi, at hann sum við hond og fót bardist fyri eini grønlendskari 50/50 skipan og saboteraði samráðingarnar 1981-85 nú noyddist at broyta hugsan um hesa yvirtøku.


10. mars 1998

Atli P. Dam