Skrivstovan hjá Dansk Folkeparti er í dag undirdíkt í hundraðtals sitrónmánum og øðrum góðum.
Tað er ikki bara í Føroyum, at politikkur viðhvørt fer av kós. Í Danmark hevur ein grein í limablaðnum hjá Dansk Folkeparti fingið danir á føtur.
Í greinini stóð, at donsk sjúkrahús og danskir læknar vóru givnir við at bjóða ókeypis kaffi, saft, frukt og kaku í bíðirúminum, tí tá ið tilflytarar sótu og bíðaðu eftir at sleppa framat, ótu tey alt upp og mangan høvdu tey alt húski við.
Síðani varð ein bólkur stovnaður á Facebook, har heitt var á danir um at senda Dansk Folkeparti ein sitrónmána, skriva meststum allir danskir fjølmiðlar í dag.
Úrslitið er, at í morgun er skrivstovna hjá flokkinum í Fólkatinginum undirdíkt í hundraðtals citrónmánum, muffins og øðrum søtum ? og tað sigst, at fleiri eru á veg.
Í Danska Fólkaflokkinum hava tey ikki annað at gera, enn at vera í góðum hýri og sláa tað upp í glens.
- Hetta er eitt tekin um gott danskt, skemt siga tey í flokkinum.
Tey fara nú at hugsa um, hvagar tey skulu senda allar kakurnar, men helst enda tær á onkrum herbergi.