Undirbeat samstarvar við G! Mini

Ein av teimum mongu spennandi hendingunum, ið er sprottin burturúr G! Festivalinum, er m.a Undirbeat.

 

Á G! 2007 varð nevniliga skipað fyri so feitum diskoteki, Ground Zero, at fólk kring landið fór at gera vart við sín mangul av júst hesum í føroyska náttarlívinum.

 

Bert ein mánaða eftir festivalin, fór fyrsta Undirbeat tiltakið í gongd, sum síðani hevur dukað regluliga og trúfast í miðbýnum í Havnini.

Tí er tað kanska ikki heilt av leið, at Undirbeat í samstarv við G! Mini fer at reisa Ground Zero aftur nú í summar innan vøkru og ráðu rammurnar hjá Gøtu bygd; í røttum Undirbeat anda við feskastu DJum landsins.

 

- Nærri kunning um skrá og tíðir fyri Ground Zero verður kunngjørd í næstum saman við allari G! Mini skránni.