Undirbeat pumpar Patio upp fríggjakvøldið

Vit kunnu hava tað stuttligt allastaðni, um vit bara brúka knokkin at skapa stuttleikan við. Og hesa ferð er tað Patio, ið stendur fyri skotum, og sum í skrivandi stund verður pimpað og prýtt til at kunna hýsa Undirbeat hetta fríggjakvøldið

Seinast Undirbeat var í miðbýnum, var í mai mánaða, stutt áðrenn vit gjørdust takleys og fóru at fjakka kring landið til lagurbygningin á Heygsvegnum, Grundina á G! Mini, Skanskan á Ólavsøku, neystið hjá Aksel á Ovastevnu og framsýningarhølið í Skipasmiðjuni.

Fríggjakvøldið vera vit aftur stødd í hjartanum í Havnini, tá vit saman við Patio fara at bjóða frískar elektro rútmur heilt frá kl 21 og langt út á náttina. Kvøldið byrjar við einum serliga Undirbeat-útvaldum playlista, hondgjørdur at hanga út til og blíva peppaður til teknodansing av, meðan Patio bjóðar alskyns leskiligar drykkir úr barrini. Frá midnátt og restina av náttini er elektro DJing á skránni frá eyðkenda frískdansandi spirrivippinum McLovin, sum hevði sína DJ debut til Undirbeat í fjør, og orkumikla Spencer Jones, ið ferð eftir ferð hevur prógvað fyri okkum, at tað er eingin veitsla, hann ikki kann fáa í kók.

 

Latum okkum tí øll hittast aftur til gleði og gaman í okkara flottasta purpuri og dýrasta líni til Undirbeat í hetta fríggjakvøldið. Vit gleða okkum at royna Patio av.

 

Kostnaðurin er 70kr og aldursmarkið 18 ár. Opið er frá 21-04.

Undirbeat í Patio, fríggjakvøldið 19. september 2008.