Undirbeat á Ovastevnu leygarkvøldið

Ja, tú las rætt; Undirbeat fer til Nólsoyar í vikuskiftinum at taka lut í árligu Ovastevnuni. Í samstarv við fyriskipararnar av stevnuni hava er høli fingið til vega, avtalu gjørd um trygd og um at vera partur av skránni.

Hetta verður eitt spennandi tiltak, sum er rættiliga upplagt í kjalarvørinum av luttøkuni hjá Undirbeat á G! Mini og Ólavsøku.

 

Leygarkvøldið er kvøldið, tá borðreitt verður við dansivinarligum elektroniskum tónleiki frá kl 22-04 í neystinum hjá Aksel úti við Malarenda. Tónaleggjarar vera Playmo við sínum superkula minimala tekno og attituduproppaði elektropeppaði Spencer Jones.

 

Tað verður rættiliga avmarkað atgongd, tá hugsað verður um munin á kapasitetinum í einum neysti og stóru mongdina av fólki, ið vanliga vitjar á Ovastevnu. Tí verður vónað, at tey vitjandi kunnu vísa virðing og tolsemi, um ein bíðirøð fer at stinga seg upp uttanfyri hølið.

 

Kostnaðurin er 100kr, aldursmarkið 18 ár, og minst til, at glasfløskur eru bannaðar.

 

Vitja Playmo á myspace.com/playmodj

Vitja Spencer Jones á myspace.com/spencerjonesproject