Undirbeat leygarkvøldið: Kantut Dintilssveiggj

Leygarkvøldið 29. septembur verður vælumtókta Undirbeat á triðja sinni í Cippo í Havn. The Ghost, Playmo og Mrs Duplo borgað fyri dygdargóðum dintilssveiggi úr ovastu skuffu. Til kvøldið hava fyrireikararnir fingið ein bólk at spæla, og hvat er meira upplagt, enn at Føroya feitasti electronica bólkur, The Ghost, spælir til Føroya feitasta electro tiltak? The Ghost taka alt og øll á bóli, tá teir spæla. Leygarkvøldið byrja teir tiltakið kl 11.00 við feitari konsert, og tí ræður um at møta stundisliga.

 

Aftaná The Ghost fer Playmo afturum DJ pultin og skrúvar upp fyri sínum eyðkenda minimal & techno. Handan navnið Playmo er strandingurin Dávur Poulsen. Playmo er dugnaligur DJ, ger sjálvur stóran part av væl framleidda tónleikinum og spælir upp til máttmikla electro veitslu.

 

Føroya, okkara vitandi, fyrsti kvinnuligi DJ hevur fingið heiðurin at enda kvøldið. Mrs Duplo eitur hon, og hon hevur bein í nøsini. Sunneva Háberg Eysturstein arbeiðir undir navninum Mrs Duplo og spælir ein eksplosivan, veitsluhugaðan dance electro kokkteyl. Tónleikur við kanti, attitudu og orku.

 

Undirbeat kókar upp undir Cippo annaðhvørt leygarkvøld, men hetta serstaka kvøldið er tilboð uppá double-up inntil á midnátt.

 

Undirbeat - Electro kvøld í Cippo leygarkvøldið 29/09, kl 23-04, kostnaður 50 kr

sí meir á www.myspace.com/undirbeat