Undirbeat á Ólavsøku

Undirbeat verður sum vant aftur á Ólavsøku í ár. Hesaferð verður tað hildið í Perluni í Tórsgøtu, og tað verður hildið bæði týs- og mikukvøld. Á skránni týskvøldið verða diskararnir übernörd, FRAU og Kasper Bjørke úr Danmark. Frá kl. 24-04 verður visuell list við VJ MM.

18 ára aldursmark. Atgongd til Undirbeat krevur atgong til Ólavsøkukonsertina, av tí at Perlan liggur innanfyri økið hjá Ólavsøkukonsertini. Tó er eingin eykakostnaður fyri at sleppa til Undirbeat hetta kvøldið.

 

Mikukvøldið verða JamesJames og übernörd i Perluni og diska til enn eitt Undirbeat. VIDEOJUNKIES gera visuella list frá kl. 02-04.

 

Um Kasper Bjørke (DK):

Hann er sera virkin DJ og framleiðari og verður sæddur sum ein av teimum kønastu á sínum økjum. Hann hevur áhaldandi samstørv koyrandi við eitt nú Trentemøller, Lulu Rouge, Familjen, FM Belfast og Múm.

 

Hann hevur vunnið eina Danish Music Award heiðursløn sum Best Producer.

 

Saman við vinmanninum og felags diskaranum og framleiðaranum Anders Trentemøller ferðast hann kring allan heimin at spæla, og hetta summarið kann hann upplivast í Føroyum.

 

Kelda: tíðindaskriv