Undirbeat boost leygarkvøldið 12. apríl

Kvøldið við Árna Neon og DJ Knýtil, ið skuldi vera fyri tveimum vikum síðani, verður ístaðin komandi leygarkvøld, 12. apríl. Komandi leygarkvøld verður plátuaktuelli Árni Neon á Undirbeat skránni saman við DJ Knýtil.

 

Hesin neon glitrandi Sandavágsspirrivippurin hevur verið virkin sum DJ í nøkur ár, men hetta er fyrstu ferð, hann roynir seg til Undirbeat.

 

Hann hevur herfyri givið sína fyrstu stakfløgu út við lagnum ?Booster?.

Lagið kann sjálvandi eisini hoyrast á Myspaceprofilinum hjá Árna Neon, á www.myspace.com/djjoensen.

 

Árni Neon og Undirbeat kenningurin DJ Knýtil deilast um kvøldið, og teir eru samdir um at fáa í lag eina elektroveitslu, sum øll kunnu vera errin av. Hetta er bert byrjanin uppá várið, og rátt verður øllum at pussa sær dansiskógvarnar, tí frá nú av kann ballið bara vaksa. Summarið er í nánd, og Undirbeatið er av álvara farið at duka í gøtunum.

 

Kostnaðurin er 100 kr og aldursmarkið er 18 ár.