Undirbeat All-stars: Eitt kvøld, ellivu DJar!

Undirbeat í yvirgear og tí verður risastórt All-Stars kvøld leygarkvøldið, har allir teir DJarnir, ið higartil hava verið at hoyrt til Undirbeat, sleppa fram at pultinum! Ellivu føroyskir DJar hava higartil roynt seg til Undirbeat og leygarkvøldið fara øll hesi ellivu at borga fyri eini brakandi elektro veitslu frá byrjan til enda. Tey ellivu fáa umleið ein hálvan tíma í part at vísa síni kynstur, og verður tað tískil ovasta kremið av spillfeskum elektrotónleiki (í breiðari merking), ið verður at hoyra hetta kvøldið. Hetta verður altso ein long røð av ?jólagreatest elektrohits?.

 

Bryn, DJ?ÓR, Playmo, JamesJames, Mrs. Duplo, DJ Knýtil, DJ Switch, DJ Frisko, Spencer Jones, Math og McLovin vera sostatt øll at hoyra leygarkvøldið!

 

Tónleikurin byrjar kl. 00 og kostnaðurin er 100 kr.