Undir stórum trýsti

Suðuroyingar hava verið undir stórum trýsti seinastu tíðina, tí teir hava stúrt fyri, at øll læknaskipanin í oynni skal detta sundur.

Kommunulæknarnir hava boðað frá, at arbeiðsbyrðan er so stór, at ongin kommunulækni fer at tíma at arbeiða í Suðuroy.

Helt ítøkiliga hevur hetta ført við sær, at ein av yngru kommunulæknunum hevur biðið um farloyvi og ein annar ungur kommunulækni, sum ætlaði at søkja starv í Suðuroy, hevur trekt følihornini aftur og hevur boðað frá, at sum umstøðurnar eru nú, hevur hann ikki hug at verða kommunulækni í Suðuroy.

Somuleiðis eru tað serlæknar á sjúkrahúsinum, sum hava umhugsað sína støðu, tí teir fáa ov lítlar møguleikar at virka sum serlæknar, tí teir í ov stóran mun mugu taka sær av uppgávum, sum hjálparlæknar vanliga fáast við.

Tí var ovurstórur vandi fyri, at alt heilsuverkið í Suðuroy skramblaði saman.

Hetta var eisini orsøkin til, at landssýrismaðurin í heilsumálum og topp-embætisfólk í heilsumálaráðnum, komu til Suðuroyar í gjár at royna at finna eina loysn.

At suðuroyingar taka støðuna í fullum álvara, sást av, at tá ið landsstýrismaðurin kom á Sjúkrahúsið, varð hann møttur av einum 300 fólkum í kravgongu.

Og kravið varð, at heilsuverkið í Suðuroy fær tað játtan, sum er neyðug fyri at framtíðartryggjað tað.

Og sigast má, at væl eydnaðist væl, tí tá ið landsstýrismaðurin fór norður aftur, var tað í besta forstáilsi við kommunulæknarnar, serlæknarnar og leiðsluna á Suðuroyar sjúkrahúsi og eini avtalu í skjáttini um, hvussu trupulleikin skal loysast.


Greiður boðskapur

Men boðskapurin frá kravgongufólkinum til landsstýrismannin vóru púra greið

- Vit eru ein javngóður partur av føroyska samfelagnum, og vit finna okkum

ikki í, at verða sett lægri enn onnur, segði Marjun Olsen í eini stuttari røðu, hon helt fyri Aksel V. Johannesen, tá ið hann kom á sjúkrahúsið.

- Tað er tykkara einfalda skylda at syrgja fyri, at tað eisini verður trygt og liviligt her um okkara leiðir.

- Nú tað tekur at rapa, vóna vit, at tú krevur at eisini vit í syðra heilsuøkinum hava

eitt rættvíst krav um trygd og trivna fyri børn, gomul, sjúk og veik, okkara

millum.

- Hava tit ráð til dupultar skipanir fyri norðan, so vilja vit eisini vera við

í býtinum fyri sunnan.

- Tað skal ikki at bera til longur ár um ár, at javna tveir stórar ein vegin

og ein lítlan hin vegin, segði Marjun Olsen.

Les eisini greinina Les eisini greinina: Patriotur úr Klaksvík loysti stóran trupulleika í Suðuroy og greinina: Lættir trýstið á læknar í

Suðuroy