Undir skurð í summar

Fótbóltur: Um 10 dagar verður Jákup Mikkelsen skorin í knæið

HERFØLGE: Mánadagin eftir landsdystin móti Estlandi, skal endi gerast á pínuni, sum landsliðsmálverjin Jákup Mikkelsen hevur havt í knænum seinastu mánaðirnar.

Tá verður hann lagdur undir skurð og møguleiki er fyri, at hann skal skerðast í báðum knøunum.

Skaðin sum Jákup hevur er lítil sammett við aðrar knæskaðar, og á enskum verður hetta serliga slagið av skaða kallað »Jumper´s knee«. Trupulleikin er, at Jákup fær pínu undir knænum, tá hann ger ov nógv av.

? Tað er serliga høgra knæ, sum hevur gjørt um seg, men eftir at eg eri eg kannaður av einum lækna, vísur tað seg, at tað kann gerast neyðugt at viðgera bæði knøini, sigur Jákup Mikkelsen.

Ætlanin var, at Jákup skuldi undir skurð næsta fríggjadag, men orsaka av landsdystinum hósdagin, er viðgerðin útsett til mánadagin um 10 dagar.

Jákup hevur spælt alt vár við skaðanum, og tað er eingin trupulleiki við at bíða við viðgerðini.

? Vit hava ansað eftir ikki at streingja á knæið hjá Jákup undir venjingini seinastu mánaðirnar, tí so kundi tað havt við sær, at hann ikki kundi spæla, og tað hava vit ikki verið áhugaðir í, sigur Svend Knudsen, málmansvenjari í Herfølge.

? Vit hava latið verða við at venja ov nógv lop og annað, sum kundi irritera knæið hjá honum, men tá Jákup nú er skurðviðgjørdur verður tann parturin av venjingini uppaftur tikin á hædd við alt annað.

Undan kappingini hevði Jákup frí í nakrar dagar, tí pínan gjørdist ov nógv, men síðani tá hava eingir trupulleikar verið. Men fyri at fáa alla pínu og irritiratión av vegnum verður knæið nú viðgjørt.

Skurðviðgerðin er einføld, og aftaná tvær vikur fær Jákup vant aftur sum vanligt.

? Viðgerðin liggur mitt í summarsteðginum, og skuldi als ikki ávirkað venjingina hjá mær, sigur málverjin.