HONDBÓLTUR
Frá einum tapi við sjey málum mikukvøldið, rendi føroyska hondbóltslandsliðið seg leygarkvøldið í eitt dupult so stórt tap niðri í Sveis. Mótstøðuliðið var tað sama og tað var eisini mannað við somu monnum, sum mikukvøldið spældu á Hálsi í Havn. Men so var ikki nógv meira til felags.
– Teir spældu heilt øðrvísi hesa ferð, og tað sæst sjálvandi aftur á úrslitinum. Dysturin leygarkvøldið minti ikki um tann mikukvøldið, tí hesa ferð vórðu vit settir undir nógv størri trýst, sigur Dia Midjord, sum saman við Kára Nielsen tekur sær av at venja føroyska hondbóltslandsliðið.
– Vit spæla skilagott í fyrru helvt av fyrra hálvleiki og eina løtu í seinna hálvleiki, men við tí støðuga trýstinum, sum sveisarar løgdu á okkum, hvarv eisini alt tað skilagóða í spælinum hjá okkum.
Nógv einmansavrik
Hann sigur, at í venjingunum undan hesum seinna dystinum høvdu teir lagt dent á at fáa vart seg fyri skjótálopunum hjá sveisarunum, sum mikukvøldið kostaðu nógv mál. Menn vóru eisini raskir at renna aftur og fyribyrgja hesum, so leingi, teir orkaðu tað.
– Men tá orkan fór at ganga undan, sluppu sveisararnir aftur at leypa á við somu ferð, sum vit sóu teir gera tað mikukvøldið. Ein onnur avleiðing av, at orkan gekk undan, var so skilaloysi í spælinum, ið vit sóu alt ov nógv til, sum dystinum leið. Og tað gjørdist ov nógv til einmansavrik, heldur enn at arbeiða saman um tingini, sigur Dia Midjord.
– Hvørki tol ella friður vóru yvir føroyska spælinum, og hóast vit høvdu avtalað, at vit skuldu royna at fáa mál upp á 100 prosents kjansirnar, so kláraðu vit ikki at uppfylla tað. Menn royndu at enda at fáa mál upp á 30 ella 40 prosents kjansir, og tá vóru sveisararnir skjótir at svara aftur, so skjótt sum teir fingu bóltin aftur.
Millum tey góðu
Dia Midjord staðfestir, at tað er sera torført hjá Føroyum at spæla ímóti góðum liðum, og hann kundi leygarkvøldið frá síðulinjuni síggja, at Sveis veruliga telist millum góðu liðini.
– Í styrkismetingini er Sveis triðbesta liðið í okkara bólki, so tað sigur seg sjálvt, at mótstøðan er stór. Serliga, tá teir á heimavølli spíla seg út og veruliga gera tað súrt fyri okkum, so verjan alla tíðina var undir stórum trýsti, sigur landsliðsvenjarin, sum nú skal fyrireika seg til teir síðstu EM-dystirnar, sum allir verða í juni.
– Tað gevur okkum sjálvandi møguleika at samla hópin oftari, enn vit hava fingið gjørt tað nú, so tá fara vit at arbeiða meira miðvíst við nøkrum evnum, so vit á ávísum økjum kunnu gera framstig. Tá verða tað eisini sterk mótstøðulið, men vit mugu bara royna at fáa sum frægast burturúr.









