Undir illgruna fyri morð

Russisku herdeildirnar í Kekenia hava tikið ein mann, sum er undir illgruna fyri at hava verið uppií, tá seks útlendskar sjúkrasystrar vórðu myrdar í Kekenia í desember í 1996.

Tvær av sjúkrasystrunum vóru úr Noregi, og hinar fýra vóru úr Kanada, Spania, Niðurlondum og Ný Sælandi. Klokkan fýra um morgunin tann 17. desember í 1996 komu umleið 15 uppreistrarmenn inn á sjúkrahúsið, sum tær arbeiddu á. Sjúkrasystrarnar lógu og svóvu og vórðu skotnar í songini.

Tilburðurin skakaði altjóða hjálparfelagsskapirnar, sum høvdu sent fólk til Kekenia at veita hjálp, og altjóða Reyði Krossur tók alt fyri eitt síni hjálparfók úr Kekenia. Samstundis kravdi reyði Krossur, at teir russisku myndugleikarnir skuldu finna drápsmenninar. Nú siga russar, at teir hava tikið ein 30 ára gamlan mann, sum helst var ímillum teirra, sum søktu at sjúkrahúsinum.