Ein maður, sum er undir illgruna fyri ein óvanliga frekan stuldur úr einum handli í Havn hóskvøldið, er nú handtikin umborð á Norrønu.
Tað var um nátturðatíð hóskvøldið, at ein maður stjól nógvar pengar av eini skrivstovu í einum handli í Havn í gjár. Handilin hevði opið, men eingin legði til merkis, at maðurin fór inn á skrivstovuna.
Løgreglan lýsti alment eftir manninum og tey siga, at tey hava fingið heilt nógvar fráboðanir frá fólki
Les eisini: Eftirlýsing: Óvanliga frekur stuldur í handli
Norrøna lá í Havnini hóskvøldið, tá ið hon fór til Danmarkar, og løgreglan sigur, at tey fingu illgruna um, at maðurin var farin við Norrønu.
Tí skipaðu tey fyri, at hann varð handtikin í nátt, og nú Norrøna leggur at í Hirtshals í morgun, fer danska løgreglan umborð og tekur mannin.
Av tí at málið er undir kanning, vil løgreglan fyribils ikki siga meiri um tað.