Undir Fólkafloksleiðslu er næstan alt í hesum landi endað í einum hurlivasa

Til seinasta løgtingsval, fingu teir sokallaðu loysingarflokkarnir 18 av 32 tingmonnum valdar, og harvið høvdu teir tryggjað sær reinan meiriluta á løgtingi.

 

Til seinasta løgtingsval, fingu teir sokallaðu loysingarflokkarnir 18 av 32 tingmonnum valdar, og harvið høvdu teir tryggjað sær reinan meiriluta á løgtingi. Loysingarsamgongan varð skipað við Fólkaflokkinum á odda, og nú skuldi loysast eftir íslendska modellinum frá 1918. Hetta modellið hevði Fólkaflokkurin, undan valinum tikið til sín og marknaðarført, sum sítt egna.

Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Gamla Sjálvstýrið høvdu aftur valdið í Føroyum.

Seinast tá hetta hendi vóru árini 1963 til 67, tá somu flokkar, stuðlaðir av Framburðsflokkinum, høvdu fingið valdið í sínar hendur. Høvuðsendamálið hjá flokkunum tá og nú er ikki nevnivert broytt. Loysing og kvetting eru umdoypt til fullveldi og fult sjálvstýri, helst í eini roynd at fáa tað at glíða betur niður hjá Føroya fólki.

Í fyrra tiltikna loysingarlandsstýrisskeiðinum átti Fólkaflokkurin eisini løgmann, Tjóðveldisflokkurin átti varaløgmann, og Sjálvstýrisflokkurin var við sum hann plagar. Framburðsflokkurin stuðlaði uttan landsstýrissess, og kann hann sostatt leysliga samanberast við rolluna hjá Jenis av Rana í dag.

Í tí landsstýrisskeiðinum hendu tíbetur fyri føroyingar ikki tær stóru broytingarnar á ríkisrættarliga økinum. Sagt plagar at verða í skemti, at bara jólaheilsurnar blivu yvirtiknar tey fýra árini.


Vandi í hvørjari vælferð

Av tí at einki hendi ta fyrru ferðina, hava Føroya fólk kanska havt lindi til at undirmeta vandan í at atkøvða fyri hesum flokkum. - Lívið heldur jú fram, sjálvt um vit ongar jólaheilsanir fáa.

Men undir hesum landsstýrinum skuldi tað tó vísa seg ørvísi. Loysast skuldi her og nú eftir eini sokallaðari skipaðari ætlan. Dato varð sett á hvørt nikk og prikk. Ein ørgrinna av peningi varð brúkt til propaganda í skrivt og í talu, og partur av umsitingini luttók eisini í herferðini o.s.fr.

Føroya fólk fekk frá sjálvum løgmanni at vita neyvt dato fyri, nær tey skuldu á fólkaatkvøðu, fyri at komfirmera ætlanina hjá honum, landsstýrinum og samgonguni. Hetta var sum at koma inn í ein sjálvtøkuhandil, har hyllarnar stóðu fullar av leskiligum vørðum, sum einki skuldu kosta fyri kundan.


Syndarligt úrslit

Úrslitið er syndarligt. Sjálvandi bar ætlanin ikki, og tað vistu øll, sum bara hugsaðu eitt lítið sindur. Føroya fólk tók heldur ikki undir við loysingini, tí tey vistu, at slíkt altíð kostar.

Alt í hesum landi er nú endað í einum stórum hurlivasa. Tað sum skuldi vera ein glasilig sokallað skipað fullveldistøka, er vorið ein eyðmýkjandi biddaragongd eftir donskum pengum, NATO- pengum og grenjan til ST eftir tjóðarrættindum.

Ríkisfelagsskapurin er gjørdur upp í krónum og oyrum, og prísur er settur á hvønn einasta føroying sum lesur, er á sjúkrahúsi, ella av øðrum orsøkum er búsitandi í Danmark. Landsstýrið hevur brúkt alla sína orku til at forpesta viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum. Sjálvsøgd rættindi, sum føroyingar áttu í ríkinum, eru gjørd til ivasom rættindi.

Mest ítøkiliga úrslitið higartil er ein eyka rokning á nýggjárinum til allar føroyingar uppá umleið 400 mió. krónur, hvørt ár framyvir. Tað kunnu vit higartil siga við vissu, at henda samgongan hevur fingið burturúr.


Hurlivasi

Sannast má, at undir Fólkafloksleiðslu, er landið hesuferð endað í einum stórum hurlivasa. Tað verður ein stór avbjóðing at taka upp eftir hesa samgonguna, og tað fer at taka langa tíð at bøta teir stóru skaðarnar aftur, sum hendir eru seinastu fýra árini. Tað er vist.