Undir eitt prosent av koppsettum hava fingið koronu

Fyribils tøl vísa positiva gongd í smittutølum og innleggingum eftir koppseting sambært koppsetingarfrágreiðing.

Út av 595.943 fólkum í Danmark, sum til 17. mars høvdu fingið fyrr prikið við koronukoppseting, hava 3669 síðani fingið koronuvirus.

Tað svarar til 0,6 prosent av teimum koppsettu.

Tað vísir ein nýggj frágreiðing um koppingarevni hjá danska Sundhesstyrelsen.

Tølini skulu tó síggjast sum ein uppgerð um fyribils gongdina og ikki sum eina niðurstøðu upp á, hvussu koppingarevnið virkar, verður sagt í frágreiðingini.

Minst 40 dagar eftir fyrra prikið hava bert 0,06 prosent fingið koronuvirus. Og nógv tey flestu eru smittað ta fyrstu tíðina eftir fyrstu koppsetingina.

– 91 prosent av førunum hava verið innan teir fyrstu 26 dagarnar eftir fyrra prikið, tá verjuførið er lægri, verður sagt í frágreiðingini.

Frágreiðingin sigur somuleiðis, at koronusmittan millum heilsustarvsfólk nú er undir miðal fyri landið.

Og millum fólk yvir 85 ár og fólk á røktarheimum, er smittan fallin munandi. Í viku 10 var bara eitt fólk á røktarheimið, sum varð staðfest positivt við koronuvirus.

– Vit kunnu sjálvandi ikki við vissu siga, at tey er av koppingarevninum, ella um tað er ein avleiðing av øll fyrivarnunum, sum vit hava tikið. Men vit kunnu bara staðfesta, at smittan minkar í teimum bólkum, sum eru koppsettir fyri covid-19, sigur Søren Brostrøm, stjóri í danska heilsustýrinum, í einum tíðindaskrivi.

Aldursbýtið av teimum innløgdu við koronuvirus er eisini broytt. Parturin av innløgdum sjúklingu  yvir 80 ár er fallin við 28 prosentum til 12 prosent upp á tveir mánaðir.

Men sjálvt um tú ert liðugt koppsettur, kann tað enn føra til álvarsama sjúku.

– Millum tey fólk, sum eru liðugtkoppsett, er ógvuliga fáar fráboðanir um smittuføri, ið hava kravt intensiva viðgerð á sjúkrahúsi, skrivar Sundhedsstyrelsen.

– Samstundis eru ógvuliga fyribils ábendingar um at tær innleggingar, sum hava verið millum koppsettar sjúklingar, hava verið styttri, sum kann benda á eina mildari sjúkugongd, verður sagt í frágreiðingini.

/ritzau/