B36-venjarin var alt annað enn blíður um avrikið, tá vit eftir dystin á Eiði fingu orðið á hann.
Tað er ein skandala, at vit spæla fyrra hálvleik, soleiðis sum vit gera. Vit koma úr Klaksvík, har vit veruliga stríða okkum til ein sera týdningarmiklan sigur, og so kunnu spælararnir ikki vera bekentir at levera ein slíkan fyrra hálveik. Har er eingin frítikin hatta var bara ikki nóg gott!
Men tit koma tó væl við eftir steðgin. Og tit kundu eisini havt javnað. Hvat broyttu tit?
- Vit fluttu bara bóltin fram. Tað er trupult at spæla fótbólt á hesum vøllinum, og tí valdu vit at spæla við longum bóltum. Samstundis fluttu vit Mikkjal niðan sum sentralan áleypara, og við styrki síni røkti hann hesa uppgávuna væl. Vit klára eisini at skapa okkum fleiri kjansir, og tað vildi væl ikki verið órættvíst, um onkur av hesum hevði givið úrslit í einum útjavnandi máli, helt Sigfríður at enda.