Undarligt um Annika stillar upp

Tað metir Sjúrður Olsen, ið sjálvur ikki hevur tikið støðu til, um hann stillar uppaftur.


- Eg umhugsi mína støðu. Tað er øgiliga freistandi at stilla upp aftur, tí býráðsarbeiðið er eitt spennandi starv, ið mær dámar væl. Men eg havi boðað frá, at avgerðin verður tikin í mars.


Tað sigur Sjúrður Olsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, aftaná fyrsta uppstillingarfundin hjá Havnar Framburðsfelag í gjárkvøldið.


Býráðslimurin vísir á, at talan er um eitt tíðarkrevjandi arbeiði, og kanska tíðin er komin at brúka meira tíð upp á familjuna, sítt dagliga arbeiði og onnur áhugamál.


Seinastu vikurnar hevur verið nógv tosað um møguleika fyri, at Annika Olsen verður borgarstjóraevni hjá Fólkaflokkinum. Tað skilur Sjúrður Olsen ikki reiðiliga, tí sjálvur metir hann, at Annika Olsen hoyrir heima í landspolitikki.


- Eg eri av tí uppfatan, at antin er man í løgtingum ella í býráðnum. Tað er ikki í ordan at røkja báðar sessir samstundis. Sjálvur haldi eg, at Annika Olsen er ein tann besti landspolitikkarin, ið vit hava, so tað er undarligt, at hon nú skal í býráðið.


- Viðvíkjandi borgarstjórasessinum, so hevur tað altíð verið soleiðis í Fólkaflokkinum, at tað er fyrstvaldi, ið fær møguleikan. Um viðkomandi sigur nei, so fer tilboðið víðari til tann næsta á listanum.


Tað er eingin loyna, at Fólkaflokkurin hevur havt trupulleikar í høvuðsstaðnum seinastu valini, men Sjúrður Olsen er als ikki stúrin yvir støðuna.


- Vit høvdu eitt ússaligt val seinast, men tað vóru tað ymiskar orsøkir til. Millum annað var nógv rumbul um flokkin tá í samband við formansstríðið millum Anniku Olsen og Jørgen Niclasen.


- Vánaliga úrslitið skal eisini síggjast í ljósinum av undirtøkuni hjá Heðini Mortensen. Fólkaflokkurin fekk 1.756 atkvøður, meðan Heðin Mortensen fekk 2.637 atkvøður. Tá sigur tað seg sjálvt, at hann tekur frá øllum flokkum, og tí er tað ringt at gera eina veruliga meting av hvussu støðan er, sigur Sjúrður Olsen at enda.