Undarligt frá degi til dags at flyta til kappingarneytan

Mikudagin byrjaði Jón Simonsen í nýggjum starvi sum stjóri á meklarafyritøkuni Skyn, eftir at hava starvast í fimm ár hjá INNI, ið Eik samtakið eigur. Efg eri ógvuliga útatvendur, so tað er lætt at falla til, sigur Jón Simonsen

Hann hevur starvast í meklarabransjuni í fimm ár og hjá Eik samtakinum í sjey og eitt hálvt ár. Men á ungum døgum royndi Jón Simonsen seg eisini sum sjómann.
- Eg havi fiskað við New Foundland við línuskipi og engt við hond. Tað er nakað, sum ikki finst meir, sigu Jón Simonsen.
Hann hevur eisini siglt við Skálabergi, og bara 19 ára gamal gjørdist hann fabriksleiðari umborð.
- Eg fór beinleiðis av Borðoyanesi umborð á Skálaberg. Vit fóru avstað 16. desember, so eg helt jól umborð, sigur Jón Simonsen.
Hetta var í 1991, og hann sigldi til hann í 96 fór á skiparaskúla.
- Men eg gavst eftir einum ári, tí eg dugdi at síggja, at hetta var ikki akkurát eg. Eg arbeiddi so hjá einum málarameistara nakrar mánaðir og stóð í einum klædnahandli nakrar mánaðir, til eg fór á hægri handilsskúla á sumri 1997, sigur Jón Simonsen.
Síðani fór hann niður til Viborg at lesa marknaðarbúskap.
Í 2003 byrjaði hann so í Eik samtakinum og hevur leypandi tikið bankaútbúgving.
- Seinastu fimm árini havi eg so starvast innan meklaraøkið. Eg havi verið so heppin, at eg havi selt hús og ognir kring alt ladið, so eg kenni marknaðin rættiliga væl, sigur Jón Simonsen.

Nýggj bransja
Meklaravirkið INNI byrjaði í 1998, og tá var tað so at siga bert hús og ognir í Havn, ið fyritøkan slapp at selja.
- Alt uttan fyri Havnina var frá seljara til keypara, so tað var fyri at fáa sølurnar uttan fyri Havnina, at vit í INNI í 2007 lótu deildir upp í Runavík og Klaksvík. Og tað eydnaðist, sigur Jón Simonsen.
Meklarabransjan er rímiliga nýggj bransja í Føroyum, og sølan av sethúsum og ognum annars fór fram millum seljara og keypara við juridiskari hjálp frá onkrum sakførara. Í dag er tað púra vanligt, at selja ognir umvegis eitt meklaravirki, og sjálvt fólk á smærru bygdunum selja síni hús umvegis meklara.
- Vit hava kundar um alt landið nú, og ikki bert í størru bygdunum og býunum, og meginpartuin av sølum av sethúsum og ognum fer fram um meklaravirki, sigur Jón Simonsen.
BankNordik, sum eigur Skyn, ið var sett á stovn í í 2007, hevur ynskir um at vaksa um virksemið, og tað arbeiðið er farið í gongd við nýggja stjóranum.
- Vit vilja økja um virksemið og gerast sjónligari, og tað er okkara mál tey komandi árini, sigur Jón Simonsen.

Gongur upp aftur
Sethúsamarknaðurin eksploderaði í 2006 og toppaði í 2007.
- Prísirnir vóru himmalhøgir, og lánimøguleikarnir næstan óavmarkaðir. Men so hvørt sum kreppan gjørdi meira um seg, gjørdust lánistovnarnir meira varnir, og sølan av sethúsum minkaði, sigur Jón Simonsen.
Í 2008 gekk sterkt niður á bakka, og í 2009 rakti sethúsasølan botnin.
- Men hetta hevur so eisini viðført ein tørv, sum eg rokni við fer at síggjast nú í 2010. Fólk skiljast sum ongantíð áður, og tørvurin á bústøðum økist. Men av tí at lánistovnarnir hava verið so ógvuliga varnir hevur ikki verið møguligt at fingið fíggjað keyp av nýggjum bústøðum. Eg haldi kortini, at eg merki eina vaksandi optimismu nú, sum eisini smittar av á sethúsasøluna, sigur Jón Simonsen.
Trý fólk starvast hjá Skyn í løtuni, men meklaravirkið søkir eftir einum sølufólki aftrat, at taka sær av vaksandi uppgávunum á sethúsamarknaðinum.