- Tað undrar okkum, at ikki eitt kis hoyrist úr Føroyum, nú kreppan í Ukraina alsamt harðnar.
Tað sigur Hergeir Nielsen úr Eldra Tjóðveldi, sum er ein felag fyri eldri tjóðveldisfólk.
Hann sigur, at hetta stríðið skuldi sjálvandi havt føroyskan áhuga, tí vit hava stóran útflutning, eisini tann vegin.
- Vit kunnu skjótt koma illa fyri, men eg havi ongastaðni sæð, at landsstýrið verjir okkara áhugamál sigur Hergeir Nielsen. Tí heitir hann nú á Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum um at taka málið upp.
Hann vísir eisini á Fámjinsskjalið sum ásetir, at føroyskir myndugleikar skulu takast við upp á ráð í týðandi uttanríkispolitriskum viðurskiftum.
. Verður Fámjinsskjalið ikki brúkt í hesum føri, skilji eg einki, sigur Hergeir Nielsen
Trýst á pílin undir myndini og hoyr talsmannin hjá Eldra Tjóðveldi, greiða frá.
|