Tíðin stendur ikki í stað. Bygdarmyndir broytast. Einki sleppur at vera óbroytt.
Leygarkvøldið var móttøka á Toftum, tá Bátafelagið vísti fram hølini, sum nú verða karmur um Undirhús. Beint yvir av hølunum hjá Hanusi Lómstein, har handilin hjá Pidda eisini húsast, fer Bátafelagið at hava Undirhús. Men samstundis, sum hesir karmar nú eru skaptir til gleði fyri endru borgararnar í kommununi, hevur grannin – Kioskin við Toftagjógv – snarað lyklinum fyri seinastu ferð.
Sunnukvøldið klokkan 23 læt kioskin aftur, og tað verða ikki verandi eigarar, sum fara at lata hana uppaftur.
Síðan 1995
Primusmotorar aftan fyri Kioskina við Toftagjógv vóru hjúnini, Birgit og Napoleon Hansen, vanliga róptur Poli.
Poli var nólsoyingur, men Birgit er ættað av Nesi, har tey eisini hava búð síðan 1995. Til stuttleikar kunnu vit nevna, at Birgit og Poli eru foreldrini hjá kenda tónleikaranum, Kim Hansen.
Síðan Poli doyði av sjúku fyri góðum ári síðan, er tað serliga dóttirin, Sólrun Hansen, sum hevur verið álitið í kioskini. Sjálv eigur Birgit, sum í dag er 74 ár, eisini nógvar tímar, dagar og ár í kioskini.
- Minnist eg rætt, foreldur míni kioskvirksemi á Toftum á sumri í 1995, og í fleiri ár skiftust tey um at vera í kioskini. Sjálv havi eg eisini verið partur av virksemi at kalla øll hesi ár. Ikki minst seinasta árið havi eg arbeitt rættiliga nógv – og ofta eisini í vikuskiftinum, sigur Sólrun Hansen.
Hon leggur aftrat, at tað er ein undarlig kensla at snara lyklinum fyri seinastu ferð, men hetta er eitt val, sum tey hava gjørt sær eftir øll hesi ár.
Blandaðar kenslur
- Jú, hetta er við blandaðum kenslum, men tað verður eisini deiligt ikki at vera so bundin, sum vit hava verið av hesum virksemi.
Sólrun Hansen sigur, at kioskin hevur havt nógv og trúgv viðskiftafólk øll hesi ár, og tað eru mong, sum eru hørm um, at tey nú hava latið kioskina aftur.
- Vit hava eisini havt nóg viðskiftafólk, sum sigla við skipum, ið javnan leggja fiskin upp á Toftum.
Sólrun Hansen sigur, at enn veit hon ikki, hvat hon nú fer at gera, men hon ætlar, sum tíðin gongur, at leita sær eftir øðrum arbeiði.