Undantaksstøða á flogvøllinum

Atlantic Airways hevur nú umleið 1.000 ferðandi, sum bíða eftir at sleppa til Føroya ella úr Føroyum.

Mjørkin liggur framvegis tungur í Vágum, og sjálvt um vónirnar vóru, at hann fór at flyta seg, er tað ikki hent enn. Tí hevur tað ikki eydnast felagnum at fáa nakað flogfar til landið.

- Her er logn og tjúkkur mjørki, og enn hevur tað ikki verið hugsingur um at fáa nakað flogfar niður, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Enn hevur felagið tó ikki mist allar vónir, millum annað tí veðurforsagnirnar siga, at vindurin skal snara vesturum, og so er ein møguleiki fyri, at mjørkin flytir seg.

- Beint nú biðja vit um vind og regn, so vit fáa mjørkan burtur. Hetta er ómetaliga strævið, tí um vikuskiftið vóru vit í somu støðu. Tað fingu vit upp á pláss aftur í gjár, og nú tørnaði tað til aftur. Tí vóna vit, og vit biðja eisini um tað, at veðrið broytist skjótt, so vit kunnu fáa glið á aftur, sigur Magni Arge.

Stjórin í Atlantsflogi sigur, at tað á ein hátt er undantaksstøða í Vágum, tí tað eru so nógv fólk sum bíða. Av somu orsøk heitir hann á fólk um ikki at koma á flogvøllin, men at kunna seg umvegis heimasíðuna hjá felagnum, og hon eitur www.atlantic.fo.

Í løtuni bíðar flogfarið úr London í Glasgow, og flogfarið úr Billund, eisini í gjár, er í Keflavík. Hesi bæði koma aftur í morgin. Flogførini til og úr Bergen, RC430 og RC431, eru útsett til í morgin, og tað eru flogførini til og úr Billund (RC470 og RC471) eisini.

Flogfarið úr Keypmannahavn í gjár, (í dag eitur tað RC1451) er farið til Keflavíkar at bíða, og nærri boð vera givin um tað klokkan 21.00. RC455, sum eftir ætlan átti at verið komið i dag, fer úr Keypmannahavn klokkan 01 í nátt.

RC457 úr Keypmannahavn er avlýst og ferðafólkini umbókað til RC455 í nátt og RC451 í morgin árini. Ferðafólk mugu kunna seg um ferðina á www.checkmytrip.com fyri at síggja, hvørjum flogfari tey nú skulu ferðast við.

Flogfarið, sum skuldi fara til Keypmannahavnar í dag klokkan 16.00 fer ikki úr Føroyum fyrr enn í fyrsta lagi eftir midnátt. Tí heitir felagið á ferðafólk um ikki at koma á flogvøllin enn, og annars kunna seg á heimasíðuni.