"Undtagelsestilstand efter storbrand på fiskefabrik…"
Tað er yvirskriftin á grønlendsku heimasíðuni - sermitsiaq.ag - ið umrøður eldin, sum í dag hevur verið á virkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Heimasíðan skrivar, at eitt av størstu arbeiðsplássum í Føroyum innan fiskiídnað er brent í grund.
- Eldurin kyknaði um 10-tíðina í morgun og gjørdist so mikið stórur, at alt virkið er brent. Tað er bert frystigoymslan og skrivstovubygningurin, sum standa eftir. Eldurin var so mikið nógvur, at sløkkiliðsfólkini eina løtu noyddust at taka seg aftur.
Heimasiðan, sum endurgevur sýslumannin í Suðuroy, Jaspur Vang, varapolitikommiserin, Jón Klein Olsen, stjóran á Varðanum Pelagic, Boga Jacobsen og borgrstjóran í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, vísir á, at umleið 50 fólk vóru til arbeiðis, tá eldurin kyknaði, meðan fólk høvdu kaffisteðg.
- Tað tók ikki langa tíð, eftir at eldurin var kyknaður, til løgreglan gav boð um, at fólk í minsta lagi skuldu halda seg ein kilometur burtur frá brennandi virkinum. Seinni gjørdist tað neyðugt at flyta teir umleið 1800 íbúgvarnar í kommununi, har virkið liggur.
Heimasíðan leggur aftrat, at orsøkin til, at tað gjørdist neyðugt at flyta íbúgvarnar burtur, var, at ammoniak var blandað upp í roykin, og tað kann gerast lívsvandamikið, um fólk anda roykin í seg.