Myndugleikarnir í russiska lýðveldinum Tuva, sum er í Sibir, hava lýst landspartin í undantaksstøðu orsakað av, at tað er óvanliga kalt har. Tað frystir eini 40 stig, og nærhendis mongolska markinum hava skúlarnir fingið frí, tí myndugleikarnir halda tað ikki vera ráðiligt at lata børnini fara í skúla.
Tann nógvi kuldin hevur givið elfeløgunum trupulleikar, og russiskir fjølmiðlar siga, at nógvastaðni eru træðrirnir slitnaðir, so fólk hava mist streymin. Við Bajkal-vatnið doyðu fýra fiskimenn, tá ein lítil gasstangi sprongdist. Myndugleikarnir halda, at menninir ætlaðu at brúka gassið til hita.
Tað er eisini kalt har vesturi í Russlandi. Í Tver-økinum millum Moskva og St. Pætursborg hava myndugleikarnir biðið bernsinstøðirnar tryggja sær, at tær hava nóg mikið av bensini og mati, tí veðurmenninir siga frá 30 kuldastigum har.
Russiskir fjølmiðlar siga, at tíggjutals fólk eru deyð av kulda kring landið tríggjar tær seinastu vikurnar, og at fleiri hundrað hava fingið skaða.










