Undankappingarnar í Nósabarnaprix lidnar

Nú er bert finalan í Nósabarnaprix eftir, sum verður í Badmintonhøllini á ólavsøku. Tað varð Konni Kass Jacobsen, ið vann seinastu undankappingina í bygdahúsinum í Miðvági leygarkvøldið

Seinasta innleiðandi kappingingin í Nósabarnaprix 2003 var í bygdarhúsinum í Miðvági leygarkvøldið. Vinnarin bleiv Konni Kass Jacobsen. Nummar 2 gjørdist Kamilla Ravnsfjall.
Konni og Kamilla vóru eisini báðar tvær við í Nósabarnaprix-sangkappingini í fjørð, og í ár megnaði onnur teirra at syngja seg til eitt finalupláss.
Tey, sum verða við í finaluni í Badmintonhøllini í Havn á ólavsøku eru hesi:
Soffía Lind Rasmussen, 10 ár Klaksvík, við sanginum, ?Minnist tú hitt summarið?.
Rebekka Rafael Petersen, 13 ár  úr Kollafirði, fer at syngja ?Tína dýrd tú offraði?.
Manja Johansen, 12 ár á Tvøroyri, luttekur við sanginum ?Ommu míni hjá? og Súsanna Samró, 9 ár  úr Hoyvík, syngur ?Puff mín loynidreki?
Terji Højgaard, 11 ár úr Kaldbak, er einasti drongur, sum eydnaðist at koma við í finaluna. Hann fer at syngja, ?Stjørnurnar blinka?
Durita Mohr Jacobsen, 12 ár Fuglafjørður, sum vann á Kambsdali, har hon eisini býr, fer at syngja, ?Vit eru glað?
Og seinasti vinnarin í undankappingin varð Konni Kass Jacobsen, 12 ár úr Hoyvík, við sanginum, ?Syngja sama lag?.
 
Spennandi finala
 
Millum teirra, sum gjørdust nummar 2, var lutakast um trý, sum eisini sleppa við á Nósabarnaprix-fløguna 2003. Tað vórðu tær tríggjar, Ansa Højgaard Søldafjørður, Jóna Poulsen, Sumba og Durita Djurhuus, Kollafjørður, sum gjørdust hepnu vinnararnir av lutakastinum.
Tær trýggjar, Ansa, Jóna og Durita fáa høvi at syngja fløgusangin á finaluni , men luttaka ikki í kappingini um heiti, ?Vinnari av Nósabarnaprix 2003? og tær 10.000 krónurnar, sum vinnarin fær.
Vinnarin fær eisini eitt stórt steyp til ognar. Nummar 2 og 3 fáa eina peningagávu, og eisini verða gávulutir til allar finalistar og gestasangarar.
Finalan í Nósabarnaprix 2003 verður í Badmintonhøllini í Havn mánakvøldið tann 28. juli klokkan 19.
Í steðginum, meðan dómararnir fara undir at truplu uppgávuna, tað oftast er at velja vinnaran, koma klovnurin Hannibal og Angela á pallin at undirhalda. Tey hava nógv nýtt og spennandi á skránni.