Svarið hjá Marin Katrinu Frýdal at ongin fólk eru á Tekniski fyrisitingini hjá komununi er tað reina tvætl. Tað er formaðurin hjá teknisku nevnd, sum raðfestir, hvørji mál skullu fyri nevnd at fáa viðgerð og sum limur í teknisku nevnd havi eg ikki sæð hesi mál fyri nevndini um ferðslutrupuleikar á Velbastað og Hvítanesi.
Annars er at siga, at kostnaðurin hjá umsitingini hjá komununi er farin frá 36 mill til 58 mill í hesi 3 árini, Marin Katrina og hennara samgonga hava sitið. Passandi at spurt, hvat hesir pengar verða brúktir til.










