Við einum stríðsavriki, sum helt føroyska liðnum saman, tá mótgongdin brádliga fór at vísa seg, var eingin ivi, tá miðlarnir leygardagin skuldu avdúka, hvør var dagsins spælari. Hóast hon hevði kanska besta cypriotiska spælaran sum beinleiðis mótstøðu, so hevði Una alla tíðina yvirskot til eisini at hjálpa liðfeløgunum, og við seks góðum málum og nógvum góðum screeningum átti hon so sanniliga eisini sín lut í álopspartinum. Og tí var eingin ivi, tá útsendi blaðmaðurin hjá Sosialinum hesa ferð handaði taskuna.










