Una skal venja Stjørnuna

Venjaraspurningurin hjá Stjørnuni fyri restina av kappingarárinum er nú greiddur. Norðlýsið skrivar,at Una Olsen verður spælandi venjari.

 

Samstarvið millum Stjørnuna og Svein Rógva Ljósstein endaði fyri viku síðani, og nú er so ein loysn funnin upp á venjaraspurningin, tað sum eftir er av kappignarárinum.

 

- Vit hildu tað, at tað var keðiligt, ongan venjara at hava seinastu seks dystirnar. Tí heittu vit á Unu um at taka ábyrgdina, tí hon hevur verið okkara liðskipari seinastu árini. Hetta hevur hon sagt ja til, og hon hevur so heitt á Morten Hust Petersen um at hjálpa sær, og tá er tað fyrst og fremst til dystirnar, at hann hjálpir til. Málið hjá okkum er at fáa gjøgnumført kappingina og at spæla tær ungu leikararnar inn á liðið. Stigini koma í aðru røð. Annars verður hópurin óbroyttur, sigur formaðurin í Stjørnuni, Kristoffur Ragnarsson, við Norðlýsið.

 

Una hevur verið fastur partur av besta kvunnuliðnum hjá Stjørnuni, síðani FM-árið í 1999/2000.