Síðani 20 ára gamla Una Olsen var 11 ára gomul hevur hon spælt hondbólt og fótbólt. Hon hevur verið ársins stjørnuskot innan hondbóltsheimin. ? Eg elski at spæla hondbólt ? eg elski spælið og eg havi altíð tímað tað væl, sigur Una.
Una Olsen úr Klaksvík er 20 ára gomul. Hon spælir hondbólt við Stjørnuni og fótbólt við kvinnunum hjá KÍ.
? Mær dámar báðar ítróttargreinirnar væl, men hondbólt eitt sindur betri, sigur Una Olsen. Hon er í løtuni í frisørlæru hjá Vera Klipt í Klaksvík.
Una sigur tó, at stórur tørvur er á hondbóltsleikarum, tí tá genturnar gerast 14-15 ára gamlar, so dettur áhugin fyri hondbóltinum burtur. Hon vísir á, at Stjørnan hevur ongar gentur 16 og onki kvinnuunglingalið í ár.
? Men tað er stuttligt. Øll fylgja við, og nógvir áskoðarar eru altíð til dystirnar, og tað ger tað stuttligt at spæla, sigur Una, sum leggur afturat, at tað eru fleiri trúgvir áskoðarar, sum ferðast við liðnum, tá tað ikki spælir á heimavølli.
? Sjálvt um tað ikki altíð gongur so væl, so koma teir altíð aftur.
Ongin áhugi
Áhugin er lítil hjá konufólki at spæla hondbólt. Og hjá Stjørnuni hevur staðið illa til.
? Ein noyðist at gera okkurt fyri ungdómin, so deildirnar tíma at hanga í. Vit hava havt nógva frágongd í hesum kappingarárinum, og tí hava vit onki væntað, og vit ætlaðu enntá at melda okkum úr, sigur Una, sum sjálv heldur, at tað var deiligt, at Stjørnan ikki tók seg úr kappingini.
? Vit skulu heldur kempa enn at gevast, og tí er tað gott, at vit ikki bakkaðu út.
Una hevur sjálv altíð tímað væl at spæla hondbólt. Tá hon var lítil og eisini byrjaði at spæla fótbólt fekk hon at vita, at hon noyddist at velja. Men eftir eitt sindur av júkan, so slapp hon at spæla bæði.
? Nógvar gentur velja heldur fótbóltin, og tað dámar mær eisini væl.
Hjá KÍ kvinnum hevur tað eisini gingið framúr væl seinasta kappingarár, har tær vóru mestsum einaráðandi og fóru við øllum.
Una gjørdist annars ársins stjørnuskot fyri kappingarárið 2000-2001.
? Tá ein gerst ársins stjørnuskot, so vænta fólk meira av tær, og seta hægri krøv. Soleiðis er ein noyddur at gera ein ordiligan innsats, sigur Una. Hon sigur annars eisini, at tað kom ógvuliga óvart á hana, at hon fekk tann heiðurin.
Hvussu leingi 20 ára gamla klaksvíksgentan ætlar sær at halda fram við ítróttini veit honikki.
? Eg skal so vera í Vera Klipt í trý ár afturat. Eg spæli fyri stuttleikar, men eg elski at spæla og eg elski spælið. Eg havi gingið í skúla í Havn í 20 vikur, og tá havi eg ferðast ímillum, so eg havi ongar ætlanir um at fara at skifta felag.
Faktaboks
Navn: Una Olsen
Føðingardagur: 18.11.82
Starv: Frisørlærlingur hjá Vera Klipt
Yndisorð: Fínasta slag
Hvat vildi tú verða, tá tú vart lítil, tá tú vart stór? Frisør










