Fernisering verður í matstovuni hjá Dugna á Hjalla í dag kl 14-17.
Tað er QU sum bjóðar til fernisering. Una Jacobsen og Jacqueline Gaardar eru sniðgevararnir sum umboða QU, og tær hava nógv forvitnisligt at sýna fram og selja. Tær sniðgeva ymiskt til kvinnur og menn úr blandaður tilfarði so sum ull og leður úr alskins litum og formum.
Møguleiki er fyri at uppliva framsýningina í matstovuni allar gerandisdagar fram til 14 sept. Matstovan hevur opið mánadag til fríggjadag 11.30 til 16 og øll eru hjartaliga vælkomin.










