Um 100 dagar verður stóra veðurlagsráðstevna í Keypmannahavn. Umboð fyri landsstýrið og løgtingið fara at luttaka á ráðstevnuni. Við sær skulu umboðini hava eina løgtingssamtykt, sum fráboðar alheiminum hvønn orku- og umhvørvispolitikk og nú bíða vit spent eftir útspælinum hjá landsstýrinum.
Um ársskiftið kom út bóklingurin »Skjótt syftir seiður og tunga takið«. Bóklingurin var eitt hugskotskatalog, sum lýsti nakrar av teimum møguleikum, sum vit kundu framt fyri at minka um útlátið av veðurlagsgassum. Hugskotskatalogið er samstundis eitt gott ískoyti í arbeiðinum at tilevna ein nýggjan umhvørvis- og orkupolitikk fyri Føroyar.
Ein nýggjur framskygdur politikkur á hesum øki eigur at hava høg mál og tryggja, at vit minka um útlátið av veðurlagsgassum tey næstu árini 10 – 15 árini ájavnt við tað, sum hini londini gera.
At seta slík krøv til okkum sjálvi, kann bitra undir eina spennandi, eggjandi og mennandi hugskotstilgongd, sum í síðsta enda kemur at økja um okkara kappingarføri og betra um ein sjálvberandi føroyskan búskap.
Vit atlit til ein burðardyggan orku- og umhvørvispolitik eiga vit:
- at menna nýggjar alternativar orkukeldur
- at menna og granska nýtt orkutøkni
- at berta um búskapin við at minka um oljunýtsluna, sum við hækkandi prísum verður ein støðug hóttan móti búskaparligari menning
- at brúka lágkonjukturin til fremja orku- og umhvørvisáløk.
Annika Olsen, landssstýriskvinnum í orku- og umhvørvismálum kemur vónandi skjótt - vegna landsstýrið - við einum uppskoti í løgtingið, sum m.a. gongur omanfyri nevndu setningum á møti.
Tað er sera týðandi at vit røkka einari breiða semju í løgtinginum, og at framtíðar politikkur føroyinga í umhvørvis- og orkumálum er kjølfestur í einari tryggari breiðari løgtingssamtykt, sum røkkur meira enn eina samgongu fram.
Vit eiga at síggja møguleikarnar í einum nýggjum umhvørvis- og orkupolitikki heldur enn forðingarnar. Gera vit tað verða vit partur av búskaparmenningini, sum kemur.
Poul Michelsen,løgtingsmaður
Limur í rættarnevndini (umhvørvisnevnd løgtingsins) vegna Fólkaflokkin