Sum væntað fekk fyrrverandi forsætisráðharrin Viktor Janukovitj flestar atkvøður á forsetavalinum í Ukraina í gjár, men hann fekk ikki nóg nógvar, og tí verður eitt valumfar afturat tann 7. februar.
Tá stendur valið millum Janukovitj og núverandi forsætisráðharran, Julia Timosjenko, sum fekk næstflestar atkvøður í gjár.
Tað endaliga úrslitið av valinum í gjár er ikki komið, men fyribilstølini siga, at Janukovotj fekk umleið 35 prosent av atkvøðunum og Timosjenko umleið 26 prosent.