Umval í Kroatia

Eingin endaligur vinnari varð funnin á forsetavalinum í Kroatia um vikuskiftið, og tí verður umval tann 10. januar. Bestu møguleikarnar at vinna tá hevur sosialdemokraturin Ivo Josipovic, sum fekk 32,4 prosent av atkvøðunum í fyrra umfari.

Kappingarneyti hansara tann 10. januar verður uttanflokkamaðurin Milan Bandic, sum er borgarstjóri í høvuðsstaðnum, Zagreb. Hann fekk 14,8 prosent hesaferð.

Bandic og Josipovic vóru floksfelagar, til Bandic valdi at halda fram sum uttanflokkamaður.

Undir valstríðnum hava báðir lovað at virka fyri, at Kroatia kann fáa limaskap í ES. Tað kann henda í 2012, skrivar DR.