Umvælingar umborð á Teistanum

Strandferðslan boðar frá, at umvælingar skulu gerast umnorð á Teistanum, og at hetta fer at ávirka ferðaætlanina.

 

SSL skrivar soleiðis á síni heimasíðu:

 

Vegna umvælingararbeiði umborð á Teistanum mánakvøldið 10. Juli verða túrarnir av Gomlurætt kl. 20:00 og kl. 21:20 og úr Skopun kl. 20:40 og kl. 22:30 ikki sigldir.

 

Tvs., at síðsti túrur úr Skopun verður sigldur kl. 18:45 og av Gomlurætt kl. 23:05.