Hurðarnar í klædnahandilnum Hvíthús í Klaksvík eru í løtuni afturlatnar.
Annika Kunoy Im
Hurðarnar í klædnahandilnum Hvíthús í Klaksvík eru í løtuni afturlatnar. Handverkarar væla nú um, skifta gólv og mála, sigur Mona Rasmussen, ein av systrunum, sum reka handilin.
- Tað eru 17 ár síðani at alt varð gjørt nýtt, sigur Mona Rasmussen.
Hon leggur aftrat, at tað er óvist hvussu leingi umvælingarnar vera í gongd. Væntast kann tó, at latið verður upp aftur um eini tvær vikur.