Umvæla og selja brúktar møblar

Blái Krossur letur upp Endunýtslu í Miðvági. Ætlanin er at umvæla og selja brúktar møblar og annað innbúgv

Í morgin letur Blái Krossur upp Endurnýtslu í Miðvági. Ætlanin er at umvæla gamlar møblar og innbúgv, sum er ov gott at blaka burtur, skrivar Blái Krossur í tíðindasktivi í dag.

Í handlinum, sum liggur í gamla Trolhúsinum í Miðvági, kunnu viðskiftafólk lata inn møblar, steintoy og annað innbúgv og á henda hátt stuðla Bláa Krossi.

Á ruskøkinum í Miðvági er ein bingja sett, har fólk kunnu seta ting inn, sum kunnu seljast. Avtala er somuleiðis gjørd við Vága kommunu og við Sørvágs kommunu um, at ruskplássini í kommununum taka móti góðum tingum, ið kunnu seljast aftur. Tikið verður tó bara móti tingum, ið eru í hampuliga góðum standi, og ikki krevja ov nógvar umvælingar.

Í sambandi við at handilin letur upp bjóðar Blái Krossur kaffi og smákøkur 1. marts kl 11 og Rósa Samuelsen, borgarstjóri, sigur nøkur orð.

Endurnýtslan hevur opið mánadag til fríggjadag frá klokkan 13 til 17:30 og leygardag frá klokkan 10 til 14.