Umvælingar og viðlíkahald darva samferðsluna

At fleiri skip hjá Strandferðsluni skulu á beding darvar samferðsluna næstu tíðina.

 

Strandferðslan skrivar, at hesa vikuna fór fyrsta av trimum skipum hjá Strandferðsluni á beding, og í hesum sambandi verða umvælingar og viðlíkahald gjørd umborð á Sildberanum og síðani umborð á Ternuni og Rituni. Hetta merkir, at onnur skip verða sett at røkja siglingina á skúvoyarleiðini, nólsoyarleiðini og svínoyar- og fugloyarleiðini.

 

Ætlanin er, at siglt skal verða eftir galdandi ferðaætlan á hesum leiðum og á nólsoyarleiðini røkir Sam farmaflutningin millum Havnina og Nóloy.

 

Sildberin er farin á beding og Súlan røkir siglingina á skúvoyarleiðini fram til 21. september.

 

Frá mánadegnum 12. september verður Ritan á beding fram til 18. september og Sildberin røkir siglingina á svínoyar- og fugloyarleiðini. Eisini Ternan fer á beding 12. september fram til 23. september. Mánadagin 12. septembur, tá Ternan fer á beding, siglir Ternan fyrsta túr úr Tórshavn kl. 06:55 og úr Nólsoy kl. 07:20 og síðani siglir Jósup smbr. galdandi ferðaætlan til Ternan kemur aftur av beding.