Umvæling gevur langar bíðirøðir

Meðan umvælingin av Brúnni um Streymin verður gjørd, er bert eitt spor at koyra eftir. Hetta gevur stórar bíðirøðir í myldritíðini Brúgvin um Streymin man vera eitt tað eymasta knútapunktið í høvuðsferðsluæðrini í Føroyum. Dagliga ferðast túsundavís av bilum um brúnna, og serliga er ferðslan nógv um morgunin og beint eftir arbeiðstíð.

Meðan umvælingin av brúnni verður gjørd, verður bert eitt spor tøkt á brúnni, og ferðslan leidd um brúnna við ljósregulering. Hetta kann skapa langar bíðirøðir.

Í gjárkvøldið var fótbóltsdystur millum Víking og EB/Streym í Streymnesi, og tá dysturin var liðugur, og allir fjeppararnir úr Eysturoynni skuldu heimaftur, kom tøppur í, sum myndin eisini vísir.

Meðan arbeitt verður, heitir Landsverk á bilførarar um at hava tol.