Thorshavn verður rættiliga uppstásað í hesum døgum. Ein umvæling, sum væntandi fer at kosta oman fyri fýra milliónur krónur er í gongd og skal ætlandi verða liðug í juni.
Thorshavn er gamalt træskip, sum er smíðað í 1941. Hóast skipið hevur havt hampiligar umstøður sum so, er altíð okkurt at taka hondina í. Slíkt sum plankar, elkervið og okkurt annað, ið skal gerast, sigur Dan Knudsen, fulltrúi hjá ríkisumboðnum.
Tað er ikki soleiðis, at klassi ella sýn hava kravt hesar umvælingarnar, sum nú verða gjørdar, sigur hann. Hetta er vanligt viðlíkahald, sum eigarin heldur vera fyri neyðini.
Í hesum førinum snýr tað seg um timburarbeiði, onkrar nýggjar elinnleggingar og onkrar broytingar innanborða, sigur hann. Onkur hurð verður flutt niðriundir, og okkurt tílíkt, sum mett verður praktiskt. Einki verður tó gjørt við maskinuna, sum er ein B&W Alpha frá 1949. Ein av hesum góðu, gomlu tungvektarunum, sum bara gongur, tá sett verður í gongd.
Tað hevur verið róð framundir, at hetta verður gjørt beint nú, tí kongalig vitjan verður í summar, og skipið skal brúkast í tí sambandinum.
Men tað er ikki beinleiðis orsøkin til umvælingina, sigur Dan Knudsen. Hetta skuldi gerast kortini.
Tað verða alt færri og færri skipstimburmenn í Føroyum. Teir eru fleiri í eitt nú Danmark og Skotlandi. Men kortini hevur ríkisumboðið valt at umvæla skipið í Føroyum. Higar koma so ráðgevarar av og á at hyggja at arbeiðinum og vegleiða, sigur Dan Knudsen, fulltrúi hjá ríkisumboðnum, sum er reiðarí hjá Thorshavn, sum forsætismálaráðið í Keypmannahavn eigur.