Í vikuni byrjaði umfatandi umvæligararbeiði av Vágs Kirku. í eina tíð hevur ymiskt bent á, at okkurt hevur verið í væntu. Tilfar hevur verið at sæð kring kirkjuna, og stillads hevur ligið við vestara enda av kirkjuni.
Nú er stillads sett upp, og arbeiðið er so smátt byrjað.
Á facebook vanganum hjá Vágs Kirkju sæst, at kirkjan er undir umvæling. Byrjað verður við torninum. Kirkjan verður umvæld uttan og innan og eru hetta umvælingar, sum fara at taka eini tvey til trý ár, áðrenn arbeiðið er liðugt.
Kirkjan varð vígd 19. februar 1939, grundarsteinurin varð tó lagdur longu í 1927. Kirkjan er mitt í bygdini, hon liggur við høvuðsvegin Vágsveg, beint við Vágs Skúla.
Kirkjan á Kirkjukletti, sum stóð áðrenn henda kirkjan varð bygd, varð tikin niður og bygd uppaftur í Hovi.