Strandfaraskipið Teistin bar við land í gjárkvøldið, tá hann skuldi leggja at í Skopun. Hann var beinanvegin tikin úr sigling, og fer eftir ætlan fyrsta túrin av Gomlurætt beint eftir døgurða í dag.
Í morgun hava menn frá skipasmiðjuni umvælt skaðan. Talan var um tvær rivur, sum báðar kortini vóru omanfyri vatngangin.
- Nógvur súður var í Skopun í gjárkvøldið, sigur virkandi stjórin á Strandferðsluni, Niels Juel Arge.