Hósdagin samtykti býráðið í Eysturkommunu at fara í gongd við at umvæla skúlan við Gøtugjógv.
– Skúlin er frá 1974, og tørvur er á ymsum dagføringum. Millum annað skulu gerast betri umstøður til lærarastovu, lærarafyrireiking og vesi viðurskifti, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.
Umsitingin í kommununi saman við skúlastjóranum og Fuglark hava arbeitt við einari loysn.
Í skúlanum í Gøtu ganga næmingar frá 4.-7. flokki. Yngru næmingarnir ganga í Leirvík, meðan eldru næmingarnir ganga í Fuglafirði.
Býráðið samtykti 30. september 2019 at játta 4,5 milliónir krónur til verkætlanina, men eftir at tilboðini eru komin inn, er samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina 4,6 milliónir krónur u/mvg.
Projekteringin er gjørd og tilboð eru komin inn.
Eysturkommuna fer nú at gera sáttmála við Sp/f BMT, SVT og TTS, sum høvdu bíligast tilboð.
– Nú er ikki so nógv virksemi í skúlanum, og vit vóna, at teir fáa gjørt nógv av arbeiðinum, áðrenn skúlin byrjar aftur eftir summarfrítíðina, sigur Jóhan Christiansen.











