Umvæla dagtilhaldið á Oyri

Seinastu tíðina hava umsjónarmenn hjá Sunda kommunu arbeitt við at umvæla bygningin á Oyri, har dagtilhaldið Blákollan, Gigni og Økispsykiatriin halda til

Arbeitt hevur verið við at klæða, bjálva, skifta vindeygu við meira. Suðursíðan, framsíðan, altanin og annað er gjørt í stand. Og er hendan høvuðsumvælingin nú liðug, skrivar Sunda kommuna. 

Seinni er ætlanin at skifta takið og gera ovaru síðu av bygninginum.

Kommunan fegnast um, at eldru borgararnir, Heilsusysturin og Økispsykiatriin nú hava fingið munandi betri hølisviðurskifti at húsast í.

Tað er ognareindin hjá Sunda kommunu, ið hevur gjørt arbeiðið. 

##med2##